Terms & Conditions

Handilstreytir

Niðanfyri kanst tú lesa treytirnar, sum eru galdandi við bílegging á reydleyk.fo


1. Bílegging á reydleyk.fo

Keypasavtalan við reydleyk.fo er ikki bindandi, fyrr enn tú hevur móttikið eina bíleggingarváttan frá Reyðleyk.


2. Prísir

25% MVG er íroknað øllum prísunum. Prísirnir eru í donskum krónum, um einki annað er nevnt. Prísirnir eru bert galdandi í Føroyum. Fyrivarni verður tikið fyri:

  • Kursbroytingum

  • Force majeure

  • Veitingarfeilum

  • Avgjaldsbroytingum

  • Útseldum vørum og tøppifeilum


3. Søla generelt

Tann upplýsti prísurin á bíleggingartíðspunktinum er tann galdandi prísurin.


4. Veiting

Fyrivarni verður tikið fyri útseldar vørur og tarna veitingartíð hjá útvegarum hjá Reyðleyk.


5. Útkoyring

Veitingartíðin fyri útkoyring er vanliga 25 minuttir, sum skal leggjast afturat vanligu veitingartíðini. Prísurin fyri útkoyring er treytaður av strekkinum og verður lagdur omaná prísin fyri ordran.

Fyri Tórshavn, Argir og Hoyvík er prísurin 100 DKK.
Útkoyring fevnir bert um Tórshavn, Argir og Hoyvík.
Afturat prísinum á útkoyring, verður lagt eitt útkoyringsavgjald á 10 DKK, fyri hvørja útkoyring.


6. Striking av bílegging

Ynskir tú at strika eina bílegging, skalt tú seta teg beinleiðis í samband við Reyðleyk umvegis telefon.
Um Reyðleyk er byrjað at framleiða matin, kann Reyðleyk krevja fult gjald fyri bíleggingina.


7. Gjalding

Reyðleyk bjóðar hesar online gjaldingarmøguleikar:

  • Visa

  • Visa/Dankort

  • Visa Electron

  • MasterCard

  • JCB

  • Maestro

Upphæddin verður trekt av kortinum, tá bíleggingin verður avheintað ella avhendað. Tó í seinasta lagi 30 dagar eftir, at gjaldingin er framd.


8. Ert tú í iva?

Um tú ivast í eitthvørjum, mælir Reyðleyk til, at tú setir teg í samband við okkum umvegis teldupost til reydleyk@reydleyk.fo ella umvegis telefon +298200188.


9. Iðranarrættur

Tað er eingin iðranarrættur á matvørum.


Persóndatapolitikkur

ALMENN UPPLÝSING

Við hesum persóndatapolitikkinum vilja vit upplýsa, at Reyðleyk handfer tínar persónsupplýsingar.

Niðanfyri fara vit í stuttum ígjøgnum teir persónbólkar, ið vit handfara persónsupplýsingar um, og hvussu vit handfara hesar upplýsingar. Síðani upplýsa vit tær tíni rættindi og møguleikar fyri at klaga í samband við handfaringina av tínum persónsupplýsingum.


PERSÓNSUPPLÝSINGAR

Reyðleyk viðger upplýsingar um teg í samband við keyp av okkara vørum og tænastum. Tú verður sum útgangsstøði biðin um at veita navn, adressu, kontaktupplýsingar og gjaldsupplýsingar. Endamálið við hesum er at avgreiða veiting og gjalding í samband við títt keyp.

Viðgerðin av hesum upplýsingum fevnir um, at viðkomandi upplýsingar í samband við fakturering verða veittar til teir partar, sum á ein ella annan hátt hava ávirkan á tað einstaka gjaldið, millum annað peningastovnar og gjaldskortveitarar.

Hesir persónsupplýsingar verða viðgjørdir í samband við hvørja einstaka bílegging. Upplýsingarnar verða síðani goymdar í okkara fíggjar- og bíleggingarskipan í 5 ár við tí fyri eyga at tryggja góðskuna, kundatænastuna og harumframt endugjaldskrøv, umvælingar og umbíleggingar.

Heimasíðan hjá fyritøkuni brúkar cookies, sum skráseta IP-adressuna, leitisøguna og líknandi, fyri at økja um brúkaraupplivingina og fyri at granska atburðarferðina á síðuni í samband við marknaðarføring. Tú kanst altíð velja cookies frá og sletta tær cookies, sum longu eru goymdar. Vit vísa til cookiepolitikk á heimasíðuni.

Um broytingar eru í samband við endamálið ella viðgerðina av tínum persónsupplýsingum, fært tú boð um hetta. Í samband við útkoyring gevur Reyðleyk sær rætt til at veita upplýsingar til 3. part, sum er Sp/f Bil Mini Taxi 96. Hetta fevnir um navn, adressu, ordrainnihald, kontaktupplýsingar hjá kundanum og aðrar upplýsingar, sum skulu til fyri at 3. parturin kann røkja tænastuna.


SOSIALIR MIÐLAR

Í samband við vitjan á sosialu miðlunum hjá Reyðleyk, verða upplýsingar heintaðar, viðgjørdir og víðarigivnir. Hetta kemur av, at teir sosialu miðlarnir (Facebook, Instagram, LinkedIn o.s.fr.) goyma cookies á tínari teldu/snildfon v.m.

Persónsupplýsingar verða brúktar av teimum sosialu miðlunum fyri at optimera lýsingar, sum eru rættaðar ímóti tær, og til greining og statistikk hjá fyritøkuni. Harumframt veita teir sosialu miðlarnir tínar persónsupplýsingar til samstarvsfelagar.

Persónsupplýsingar verða heintaðar, uttan mun til um tú hevur ein vanga á sosialu miðlunum ella ikki. Cookies verða goymdar og eru virknar á tínari teldu/snildfon/teldli í 2 ár, uttan so tú sjálvur slettar cookies. Fyritøkan hevur ikki ávirkan á cookies-politikkin hjá sosialu miðlunum.

Teir sosialu miðlarnir veita harafturat statistikkamboð, sum fyritøkan kann brúka til at optimera kundaupplivingina á teimum sosialu miðlunum. Fyritøkan móttekur einans hesar upplýsingar í anonymum formati.

Tú kanst altíð lesa cookies-politikkin hjá fyritøkuni. Hann er at síggja á okkara heimasíðu.


TÍNI RÆTTINDI

Í samband við brúk av tínum upplýsingum hevur tú fylgjandi rættindi:

  • Rætt til at fáa innlit í teir upplýsingar, sum eru heintaðar

  • Rætt til at rætta teir upplýsingar, sum eru heintaðar

  • Rætt til at fáa teir heintaðu upplýsingarnar í lesiligum formati

  • Rætt til at avmarka viðgerðina av teirri heintaðu upplýsingunum

  • Rætt til at sletta teir heintaðu upplýsingarnar

Vinaliga vend tær til Reyðleyk, um so er.


Kontaktupplýsingar:

Reyðleyk
Ingibjargargøta 8A, 188 Hoyvík, Føroyar
Tlf.: 200188
Teldupostur: reydleyk@reydleyk.fo


KLAGUR

Um tú hevur atfinningar viðvíkjandi nøkrum av hesum upplýsingunum, hevur tú møguleika at klaga til Dátaeftirlitið við at nýta fylgjandi kontaktupplýsingar:

Dátaeftirlitið
Tinganes
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 309100
Teldupostur: dat@dat.fo